Hákun og liðfelagarnir skulu kappast í HM fyri felagslið

Füchse Berlin skal kappast í EHF Men´s Super Globe, dagarnar 7. til 12. november

Komandi dagarnar bíðar ein spennandi avbjóðing Hákuni West av Teigum og liðfeløgum hansara í Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin skal taka lut í HM fyri felagslið. Füchse Berlin er verandi EHF European League vinnari.

 

IHF Men´s Super Globe eitur kappingin, ið fer fram í Saudiarabia, dagarnar 7. til 12. november.

 

Füchse Berlin er í bólki B saman við Kuwait SC úr Kuwait og San Fernando HB úr Argentina, ið er suðuramerikanskur meistari.

 

Füchse Berlin spælir móti San Fernando mikudagin klokkan 11.30 føroyska tíð, og móti Kuwait SC hósdagin klokkan 11.30 føroyska tíð.

 

Hálvfinalur og plaseringsdystir vera leiktir leygardagin. Finalan, bronsudysturin, og dystirnir um fimta, sjeynda, níggjunda og ellinta plássið vera leiktir sunnudagin.

 

Sostatt skal Füchse Berlin spæla fýra dystir innan fáar dagar, og tá fer at vera fitt av spælitíð til Hákun.