Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu í kvøld seinasta dystin í hesum árinum.
Skanderborg Århus spældi fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini móti Ribe-Esbjerg á útivølli.
Ribe-Esbjerg vann dystin 29-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 29-28. Tað gekk munandi betri hjá Skanderborg Århus í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist Skanderborg Århus at leggja seg á odda bæði 24-23 og 25-24, men heimaliðið var kaldari seinastu løtuna, og fekk seinasta málið í dystinum.
Skanderborg Århus kann nú fokusera uppá kappingina í bestu deildini og í EHF European League.
HM-endaspæl verður leikt í Pólandi og Svøríki í januar, og tí fer besta deildin í Danmark í vetrardvala. Skanderborg Århus spælir aftur 4. februar.