Hákun og liðfelagarnir komu á sigurskósina aftur

Skanderborg Århus er á sætta plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Aftaná tvey tap fyri Füchse Berlin í EHF European League, og einum tapi fyri Ribe-Esbjerg farna sunnudag komu Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus aftur á sigurskósina í dag.

 

Skanderborg Århus tók móti Kolding í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Skanderborg Århus vann dystin 30-26. Heimaliðið legði góðan botn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 16-11.

 

Hákun skoraði trý mál upp á sjey málroyndir, og legði eisini upp til eitt mál hjá heimaliðnum.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 20 stigum. 11 stig eru upp til oddaliðið, Ålborg sum hevur 31 stig.

 

Seinasti dysturin hjá Skanderborg Århus í hesum árinum verður spældur móti Ribe-Esbjerg á útivølli komandi mikukvøld.