Hákun og liðfelagarnir eru nú bert eitt stig frá triðja plássinum

Skanderborg Århus vann á Skjern frammanfyri stórari áskoðarafjøld

Hákun West av Teigum skoraði trý mál fyri lið sítt, Skanderborg Århus sum á heimavølli frammanfyri 3.442 áskoðarum vann 27-24 á Skjern, ið undan kvøldsins dysti var trý stig frammanfyri Skanderborg Århus.

 

Nú er Skanderborg Århus bert eitt stig aftanfyri Skjern, og tá hevur Skanderborg Århus leikt ein dyst færri enn Skjern.

 

Skjern hevur 35 stig á triðja plássi. Skanderborg Århus hevur 34 stig á fjórða plássi. 

 

Skanderborg Århus var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið so greitt á odda sum 15-6. Tað haltaði meira í seinna hálvleiki, men samlaði sigurin bleiv bjargaður.

 

Komandi dystur hjá Skanderborg Århus verður leiktur 1. apríl. Hann er á útivølli móti botnliðnum, Skive.