Hákun og liðfelagarnir eru komnir til Saudiaarabia

Komandi dagarnar skal Füchse Berlin kappast í HM-endaspælinum fyri felagslið

Mynd: IHF

Hákun West av Teigum og hinir í hópinum hjá Füchse Berlin eru komnir til Saudiarabia fyri at kappast í IHF Men´s Super Globe, ið er HM-kappingin fyri felagslið.

 

Füchse Berlin er í bólki B saman við Kuwait SC úr Kuwait og San Fernando HB úr Argentina, ið er suðuramerikanskur meistari.

 

Füchse Berlin spælir móti San Fernando mikudagin klokkan 11.30 føroyska tíð, og móti Kuwait SC hósdagin klokkan 11.30 føroyska tíð.

 

Ovaru og niðaru hálvfinalur vera leiktar leygardagin, og sunnudagin vera finalan og plasseringsdystir leiktir. 

 

Saman við Magdeburg og Barcelona má Füchse Berlin sigast at vera millum favorittarnar at vinna kappingina. 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF