Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus er framvegis ósigraðir í 2022, men ígjár mistu teir eitt stig fyri fyrstu ferð í 2022.
Aftaná fýra sigrar á rað mátti Skanderborg Århus taka til takkar við einum javnleiki móti komandi liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Mors-Thy.
Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum var Mors-Thy á odda 12-11. Tá átta minuttir vóru eftir av dystinum var Mors-Thy á odda 25-22. Tað eydnaðist m.a. við tveimum málum hjá Hákuni at koma uppá javnleik 25-25. Mors-Thy legði seg aftur á odda 26-25, men heimaliðið svaraði skjótt aftur. Mors-Thy átti seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist lukkutíð hjá Skanderborg Århus at halda javnleikin.
Hákun skoraði fýra mál í dystinum ígjár, og hann hevur skotið 58 mál uppá 80 málroyndir higartil í bestu donsku deildini hetta kappingarárið.
Sunnudagin klokkan 17 hevur Skanderborg Århus sera torføran útidyst móti suverena oddaliðnum, GOG sum hevur tryggjað sær 41 av 42 møguligum stigum higartil í kappingini.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir: | Stig |
1 | GOG | 21 | 41 |
2 | Aalborg | 22 | 35 |
3 | Skanderborg Aarhus | 22 | 31 |
4 | Skjern | 20 | 25 |
5 | Fredericia | 22 | 25 |
6 | Bjerringbro/Silkeborg | 21 | 23 |
7 | Ribe-Esbjerg | 18 | 18 |
8 | Mors-Thy | 21 | 18 |
9 | Lemvig-Thyborøn | 21 | 17 |
10 | SønderjyskE | 21 | 16 |
11 | TTH | 19 | 16 |
12 | TMS Ringsted | 21 | 13 |
13 | KIF Kolding | 20 | 12 |
14 | Nordsjælland | 21 | 12 |
15 | Skive | 20 | 8 |