Hákun og liðfelagarnir endaðu árið við tapi

Skanderborg Århus heldur vetrarsteðg á fjórða plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus vóru í kvøld fyri teprum 25-24 tapi á útivølli móti Fredericia í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í fyrra hálvleiki lá betur fyri hjá Skanderborg Århus, ið var á odda 12-9 í steðginum.

 

Hákun skoraði trý mál í kvøld.

 

Sigurin førdi Fredericia upp á triðja plássið í deildini við 23 stigum. Skanderborg Århus heldur vetrarfrí við 22 stigum. 


Komandi dystur hjá Skanderborg Århus verður leiktur 31. januar. Tá møta teir suverena oddaliðnum, GOG á útivølli.