Klokkan 13.05 verður føroyingauppgerð í týsku bundesliguni.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin tekur ímóti liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel í Max Schmelling høllini í Berlin.
Füchse Berlin er næstfremst við 49 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Magdeburg, ið fríggjakvøldið vann 32-29 (19-15) á liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt á útivølli. Jóhan skoraði tvey mál í tí dystinum.
Tað er trýst á THW Kiel at avrika. Kiel hevur 39 stig á fjórða plássinum.
Flensburg er triðfremst við 42 stigum, so slagið um meistaraheitið stendur millum Magdeburg og Füchse Berlin.
TV3 Max, ið sæst á Televarpinum vísir dystin millum Füchse Berlin og THW Kiel.