Tað tykist mest sannlíkt, at Hákun Edmundsson verður útleigaður frá NSÍ til barndómsfelagið og uppflytararnar, B68. 19 ára gamli miðvallarin hevur enn sáttmála við NSÍ, men heldur ikki fram í felagnum, tí ósemja er millum hann og felagið um løn.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
Hvørki formaðurin hjá B68, Niklas Davidsen ella formaðurin hjá NSÍ, Sonni L. Petersen, vilja endaliga vátta tíðindini í dag.
Les eisini:Fýra vilja hava Hákun
- Vit hava verið í samráðingum við trý feløg í dag, men meiri vil eg ikki siga um málið beint nú, sigur Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ.
Les eisini: Hákun venur ikki við NSÍ longur
Formaðurin í B68 váttar, at felagið er áhugað at fáa Hákun Edmundsson aftur í felagið, men avsannar at ein avtala er komin endaliga upp á pláss.
Sum skilst, so hava Skála og AB eisini verið í samráðingum við Hákun Edmundsson í dag.