Hákun gjørdist næstbesti málskjúttin

Skanderborg Århus misti alt seinastu minuttirnar

Tað gekk aftur persónliga væl hjá Hákuni West av Teigum, tá Skanderborg Århus spældi á útivølli móti Ribe-Esbjerg á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Hákun gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus við seks málum. 

 

Hákun kann tó iðra seg saman við liðfeløgunum í Skanderborg Århus, tí tá fáir minuttir vóru eftir var Skanderborg Århus á odda 28-25. Men tað fór í svart seinastu løtuna, og endin var, at Ribe Esbjerg vann 29-28.

 

Skanderborg Århus hevði undan dystinum í dag vunnið fimm dystir á rað, Somikið meira ergiligt at tapa dystin í dag.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 18 stigum.

 

Komandi týskvøld klokkan 17.45 fær Skanderborg Århus vitjan av komandi liðnum hjá Hákuni, Füchse Berlin í European League. Tá liðini møttust í Berlin farna týskvøld vann Füchse 30-24 (15-13).