Hakkibúffur við bacon v/ rómasós og hasselbakaðum eplum

Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum. Send tína bestu uppskrift inn, og vinn eitt gávukort á 300 kr frá Thomas Dam búnýti.

Hakkibúffur við bacon v/ rómasós og hasselbakaðum eplum

(4 persónar)


500 g malið neytakjøt

4 skivur av bacon

2 miðalstórir leykir

½ dl av reyðvíni

2 ½ dl av róma

500 g av eplum

Kryddarí (groft salt, pipar, kryddurtar, hvítleyksbland)

matolja

kulør til sós


Hasselbakað epli

Flys eplini og sker tættar rivur ígjøgnum tey

Pensla eplini við matolju

Stroyð eitt vet av salti og pipari á

Bakast ovarliga í ovninum við 180 stigum í 1 tíma (bara yvirhita á ovninum)


Búffar

Forma neytakjøtið til 4 hakkibúffar

Legg eina skivu av bacon um hvønn og bind fast við bummulstráði

Steikjast á pannuni og krydda við salti, pipari, kryddurtum og hvítleyksblandi

Tá búffarnir eru stoktir, verða teir settir í fat, dekkaðir við staniol og settir niðarliga í ovnin

(pannan skal ikki vaskast)


Sós

Sker leykin smátt og brúnka á pannuni

Tá leykurin er passaliga bleytur, verður reyðvínið latið yvir, soleiðis at kryddið verður bakað av pannuni

Koyr rómin á pannuna og lita sósina


Uppskrift: Jákup Mørk