Ofta kemur tað fyri, at hakkarar nýta Facebook fyri at geva fólkum virus, umframt at ræna upplýsingar frá fólki. Tað kann bæði vera umvegis falskar profilar ella til dømis, at tú fært ein film sendandi, har tað er viðmerkt okkurt stuttligt um, at tú ert við í filmsklippinum. Síðani kemur tú inn á eina heimasíðu, har tú skal taka eina nýggja útgávu av Flash ella onkrum tílíkum niður, áðrenn tú kanst síggja filmin. Tá tú hevur trýst á hetta, hevur hakkarin atgongd til alt, hann hevur hug at vita, sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum tí bert kann viðmæla fólki at lata vera við at trýsta á ting, tú ikki kennist við.