Hakin settur í til stórskúla

Tað var ein serlig løta á Marknagili í dag, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kundi seta hakan í til nýggja skúlan á Fløtum.


Ein stórur hópur av starvsfólkum, næmingum, leiðslu og skúlastýrið á Skúlanum á Fløtum, býráðslimum, bygginevnd, umsitingin, arbeiðsbólkum, ráðgevum og arbeiðstakarum og øðrum vóru savnaði til løtuna, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.


- Tað eru bara fimm mánaðir síðan, at vit bjóðaðu almenninginum inn í Niels Finsensgøtu at síggja áhugaverdu uppskotini til, hvussu nýggi skúlin á Fløtum skal síggja út. Í hesi kapping sóu vit, at føroysk ráðgevaravinna alsamt tekur seg fram og er væl í bjálvað til at taka við slíkum umfatandi avbjóðingum, segði borgarstjórin í røðuni, og legði aftrat.


- Í dag verður skjøtil settur á jørðarbeiðið. Lægsta tilboðið uppá hendan fyrsta partin av arbeiðnum átti Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 milliónir til ta arbeiðið.

 Eg vil við hesum takka hjartaliga fyri tann stóra innsatsin sum skúlin, bygginevndin, umsitingin, ráðgevar o.o. hava gjørt til tess at henda verkætlanin nú er komin so langt á leið. 


Í røðu síni nevndi borgarstjórin eisini, at talan er um størstu skúlabygging í kommuni nakrantíð, og at skúlin væntandi verður klárur at taka í brúk um 3-4 ár.


Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd býráðsins, helt eisini eina røðu til hátíðarhaldið.


- Skúlin á Fløtum skal næstu hálvu øldina ella longur vera karmur um gerandisdagin hjá 850 næmingum og 100 lærarum og starvsfólkum. Sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at leggja stóra orku í, at byggjaríið kemur at eydnast væl. Og eg fari eisini at ynskja Guds signing yvir hesa stóru og týdningarmiklu byggiverkætlan, segði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.


Tað er samtakið Eind, ið stendur fyri verkætlanini. Í samtakinum eru fyritøkurnar SMJ, LBF, Zeta Architects, Árni Winther Arkitektar og Brim Arkitektar.