Hakin settur í fyri vindmyllulund í Flatnahaganum

Í heyst skal framleiðslan byrja

Í dag varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaganum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti hakan í nú á middegi til arbeiðið, sum skal verða liðugt næsta heyst.

 

Talan er um uppseting av 6 Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at dagurin í dag er ein stórur dagur, tí hetta er onki minni enn ein stórhending.

 

– Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis, segði hann millum annað, sambært torshavn.fo.

 

J&K Petersen fer undir at gera fundamentini, og komandi summar koma vindmyllurnar eftir ætlan upp at standa. Í heyst skal framleiðslan byrja.

 

Her eru nakrar myndir, sum Tórshavnar kommuna hevur lagt út á heimasíðu sína.

 

##med2##

 

##med3##