Haiti. Meginparturin av høvuðsstaðnum í lítla oyggjalandinum uttan fyri Miðamerikansku strondina fór í sor í týskvøldið kl. 22.53 føroyska tíð. Skjálvtin máldi 7,3 á Richterstiganum og miðdepilin var bert 15 kilometrar frá høvuðsstaðnum Port-au-Prince.
Reyði Krossur metir, at vanlukkan hevur rakt úti við 3 milliónir fólk. Enn er óvist, hvussu nógv fólk hava latið lív. Men tøl millum 100.000 og 500.000 hava verið nevnd.
Vanlukkan er so umfatandi, at hon verður samanborin við flóðalduna í Suðurasia, sum skakaði heimin 2. jóladag 2004. Tá doyðu umleið 230.000 fólk.
Var væntað
Sambært CNN ávaraðu granskarar longu í 2004 og í 2008 um, at oyggin Hispaniola, sum er tvíbýtt millum Haiti og Dominikanska Lýveldið, kundi verða rakt av einum álvarsligum jarðaskjálvta.
- Hetta er eitt sera viðbrekið og seismiskt virkið økið á jørðini. Tí eigur jarðaskjálvtin ikki at koma óvart á jarðfrøðingar, sigur Jian Lin, jarðfrøðingur á Woods Hole Oceanographic Institution í Massachusetts við CNN.
Hispaniola liggur millum tvær tektoniskar plátur, Norðuramerikansku og Caribisku. Tá pláturnar gnadda móti hvørji aðrari henda jarðskjálvtar. Seinasti stóri skjálvtin á oynni Hispaniola var í 1946. Tá var hann 8,0 á Richter-stiganum, og fleiri enn 20.000 fólk vórðu heimleys. Sjálvtin týsdagin var 7,0 á Richter-stiganum. Men av tí, at miðdepilin var so nær høvuðsstaðnum Port-au-Prince, eru avleiðingarnar so umfatandi.
Roknað verður ikki við, at føroyingar eru staddir á Haiti. Eini 10 danir vóru í landinum undir skjálvtanum. Tveir teirra eru ikki funnir enn.









