Tíðindastovan AFP veit at siga, at Haiti nýliga hevur fingið 1,7 skamtar av heilivági móti kolera, og 500.000 aðrir skamtar eru á veg.
- Kolera hevur spjatt seg skjótt síðan oktober. Heilsumyndugleikarnir í landinum hava skrásett fleiri enn 14.700 tilburðir, har illgruni er um kolera.
AFP sigur, at út við 12.000 fólk eru staðfest smittað, og fleiri enn 290 eru deyð av kolera.
Børn millum eitt og fimm ár eru tey, sum fyrst verða koppsett, tí tað vísir seg, at hesi standa fyri meira enn helminginum av smittutilburðunum.
AFP veit eisini at siga, at koppsetingarátakið er trupult, tí kriminellir bólkar hava eftirlit við pørtum av landinum.
##med2##
- Í ótryggum økjum í landinum, serliga har fólk verða rænd, og tað er skjóting, eru tey, sum koppseta, ikki nóg væl vard.
Tað sigur Jean Bosco Hulute í barnahjálpargrunninum hjá ST (Unicef) við AFP-tíðindastovuna.
Hann leggur aftrat, at nógv lond eru rakt av kolera í løtuni, og tí kunnu nøgdirnar av koppingarevni gerast ov smáar.
- Ein skamtur skal geva verju í seks mánaðir, og tveir skamtar skulu geva verju í eitt ár, sigur Jean Bosco Hulute við AFP.












