Haiti fær ikki ta lovaðu hjálpina

Altjóða samfelagið hevur als ikki hildið tey vøkru lyfti, sum Haiti fekk aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan tann 12. januar. Tvørturímóti hevur altjóða samfelagið svikið Haiti, skrivar Politiken í dag.

Stutt eftir jarðskjálvtan lovaði altjóða samfelagið at veita Haiti hjálp fyri 31 milliardir krónur, men nú meiri enn eitt hálvt ár seinni hevur landið bara fingið tvey prosent av hjálpini.

Nigel Fisher, sum er ST-umboðsmaður í Haiti, sigur, at hjálpararbeiðið gongur alt ov seint. Hann sigur, at hálvonnur millión fólk búgva framvegis í tjøldum, men sum er bendir einki á, at meiri ferð kemur á altjóða hjálpina, sigur hann.

Jarðskjálvtin í Haiti tann 12. januar var 7,1 á Richter-stiganum. Hann kravdi 220.000 mannalív, og hálvonnur millión fólk gjørdust heimleys.