Haifa var bara byrjanin

 Rakettálopið á Haifa broytir alt, sigur ísraelski forsætisráðharrin.
 Tað var bara byrjanin, sigur Hizbollah-leiðarin

Ísraelsmenn fingu ein skelk, tá Hizbollah-raktttir raktu býin Haifa, og átta ísraelsmenn lótu lív. Ikki færri enn trettan rakettir raktu býin innan fyri nøkur sekund. Hizbollah hevði víst, at felagsskapurin er førur fyri at søkja at málum langt inni í Ísrael og ikki bara teimum smáu bygd­unum fram við libanska markinum. Tað vísti Hiz­bollah aftur í morgun, tá rakettir raktu býirnar Nazareth og Aulfa.
Ehud Olmert, forsætis­ráðharri, segði um viku­skiftið, at rakettálopið á Haifa broytir alt, sum hann tók til, og at Ísrael fer at geva Hizbollah eitt hóskandi og umfatandi svar. Allan gjár bumbaðu ísraelsk flogfør støð har suðuri í Libanon, har Hizbollah heldur til. Fleiri bygningar vórðu javn­aðir við jørðina.
Ísraelskar keldur siga, at flogførini søktu fleiri ferðir at einum bygningi, sum verður hildin at vera tilhaldsstað hjá leiðaranum í Hizbollah, Hassan Nas­rallah. Hildið verður, at hann fjaldi seg í einum bumbutryggum rúmi undir jørð. Men bumburnar raktu hann ikki, tí í gjárkvøldið gjørdi hann vart við seg.
 Vit fara at halda fram. Hetta er bara byrjanin, og vit hava eisini annað óvæntað at skelka Ísrael við, segði Hassan Nasrallah í einari røðu, sum bleiv send í sjónvarpinum hjá Hizbollah. Hann eggj­aði øll­um muslimum í tí arabiska heiminum til at taka av tí søguliga møguleikanum til at berja Ísrael og USA niður, sum hann orðførdi seg. Sjálvur var hann ikki í iva um, at Ísrael fer at tapa hesaferð.
Eygleiðarar, sum sóu Hass­an Nasrallah halda røðu, siga, at hann tóktist troyttur, og at hann var ikki so eggjandi, sum hann plagar at vera. Eyg­leið­ararnir siga, at tað eru ikki bara tey áhaldandi ís­raelsku álopini, sum hava ávirkað Hizbollah-leið­aran, tí teir seinastu dagarnar er mótstøðan ímóti felagsskapinum vaks­in í sjálvum Libanon. Eitt nú hevur drusiski leiðarin, Walif Jumblatt, sagt, at Hizbollah stríðist fyri iransk­um áhugamálum held­ur enn libanskum.
Í Ísrael spyrja fólk, hvat Nasrallah mundi sipa til, tá hann segði, at Hizbollah hevur ymiskt óvæntað at skelka Ísrael við. Mið­eysturtíðindamaðurin Rog­er Hercz skrivar, at nógvir ísraelsmenn stúra fyri, at Hizbololah fer at brúka rakettir, sum kunnu røkka Tel Aviv. Hildið verður, at felagsskapurin kann hava fingið einar 10.000 rakettir úr Iran, og at fleiri teirra bera rættiliga langt, og í gjár fingu fólk í miðbýnum í Tel Aviv boð um at fyrireika seg til møgulig rakettálop.
ST uppí
Samstundis veksur altjóða trýstið á Ísrael og Hizbollah. Libanski forsætisráðharrin, Fouad Simiora, gjørdi í gjár greitt, at stjórnin er sinnað at lata herin hava eftirlit við markinum ímóti Ísrael, men at tað letur seg ikki gera uttan hjálp uttaneftir. Tann hjálpin kemur kanska, tí á toppfundinum hjá G8-londunum segði týski kansl­arin, Angela Merkel, at londini eru samd um at senda eitt ST-herlið at hjálpa libansku stjórnini. G8-fundurin fordømdi annars ísraelsku álopini á Libanon og kravdi, at Hizbollah skal lata tveir burturfluttar ísraelskar hermenn leysar.
Ísraelska stjórnin hevur lagt sítt egna friðaruppskot fram. Har stendur, at í fyrsta um­fari skal Hizbollah lata teir báðar burturfluttu hermenninar frá sær, og síðani skal Hizbollah taka seg burtur frá ísraelska mark­inum. Men Hizbollah hevur svarað, at tað kemur ikki upp á tal at lata teir báðar hermenninar leysar, fyrr enn fleiri arabiskir fangar sleppa úr ísraelskum fongslum.
Men tað kemur ikki upp á tal, hevur Ehud Olmert sagt.
ST hevur sent nakrar av sínum diplomatum til Miðeysturs at royna at loysa ósemjuna. Teirra mill­um er fyrrverandi ST-sendi­­maðurin í Miðeystri, norð­maðurin Terje Rød Larsen.