Haider roynir aftur

Tann víðgongdi eysturríkski høgrapolitikarin Jørg Haider hevur stovnað nýggjan flokk

Jørg Haider er aftur á veg upp í eysturríkskan politikk. Mánadagin fór hann burtur úr Frælsisflokkinum, sum hann sjálvur var við til at stovna, og samstundis kunngjørdi hann, at hann hevði stovnað flokkin Samgongan fyri Eysturríkis Framtíð. Á einum tíðindafundi boðaðu hann og systirin, Ursula Haubner, frá, at tann nýggi flokkurin ætlar sær at fáa fatur á teimum nógvu veljarunum, sum hava vent Frælsisflokkinum bakið tey seinastu árini.
Jørg Haider elvdi til rumbul í ES, tá Frælsisflokkurin fekk 27 prosent av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum í Eysturríki í 1999 og kom upp í stjórnarsamgonguna. Undir valstríðnum hevði Jørg Haider róst hersetingarpolitikkinum hjá Nazitýsklandi, og tað gjørdi, at ES hevði hug at seta Eysturríki uttanfyri, tá Frælsisflokkurin kom upp í stjórnina.
Samgongan fyri Eysturríkis Framtíð hevur longu kravt nýval, og tað sama hava sosialdemokratarnir og Tey Grønu gjørt, men enn hevur Wolfgang Schússel, kanslari, ikki lat-ið við seg koma.