Skal metast eftir hagtølunum, so er talan um nakrar greiðar favorittar um hvítusunnuna, tó at stigatalvan ikki gevur heilt so greiðar ábendingar um hetta sama.
Í Havn hevur HB vanliga havt sera gott tak á grannunum. Ikki minst er hetta komið til sjóndar, tá B36 hevur átt dystin. Her hevur bert eydnast B36 at fáa stig tvær ferðir seinnu árini.
Og hjá Skála stendur uppaftur verri til, tá ferðast skal til Runavík. Her hevur NSÍ nevnliga fulla úrtøku. Nakað sum eisini er støðan, um dystirnir hjá NSÍ á Skála verða taldir við.
Og skal KÍ venda gongdini, so verður hetta helst gjørt í Fuglafirð, har teir ikki hava tapt síðani 1993, og har talan eisini hevur verið um onkrar trivaligar sigrar.
Hinvegin tykist gongdin vera meira jøvn til hinar báðar dystirnar. VB hevur tó havt eina lítla yvirvág á Eiði, meðan tað hevur verið javnt býtt hjá TB og GÍ á Sevmýri.
Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini mánadagin hava tørnað saman í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini.










