Ongland hevur eitt jinx, sum er ringt at sleppa av við. Jinxið hevur fylgt enska fótbóltslandsliðnum síðani EM-endaspælið í 1968. Í teimum níggju EM-endaspølunum Ongland hevur kappast í hava teir enn til góðar at vinna tann fyrsta bólkadystin. Í níggju førum hevur Ongland fimm javnleikir og fýra tap í sínum byrjanardystum í EM-endaspølum. Í gjárkvøldið var aftur galið í tí fyrsta bólkadystinum. Ongland var á sigurskós, men russar javnaðu ímóti dystarenda.
EM-endaspøl hava samanumtikið ikki verið tann størsta eydnan hjá Onglandi. Frægastu úrslitini eru í 1968, og á heimavølli í 1996, tá Ongland rakk hálvfinaluni. Einasta heitið Ongland hevur vunnið er HM-gull á heimavølli í 1966, og er sostatt 50 ára jubileum fyri hesum sigrinum í ár.
Soleiðis hevur tað gingist hjá Onglandi til tann fyrsta bólkadystin í EM-endaspølum, árini 1968 til 2016 :
EM 1968: Ongland-Jugoslavia 0-1
EM 1980: Ongland-Belgia 1-1
EM 1988: Ongland-Írland 0-1
EM 1992: Ongland-Danmark 0-0
EM 1996: Ongland-Sveis 1-1 (Ongland var vertur fyri EM-endaspælið hetta árið)
EM 2000: Ongland-Portugal 2-3
EM 2004: Ongland-Frakland 1-2
EM 2012: Ongland-Frakland 1-1
EM 2016: Ongland-Russland 1-1