Meðan vágbingar í ár hava staðið seg væl á útivølli, hevur úrtøkan hjá NSÍ heima ikki verið nakað at reypa av. Tí tala hagtølini kanska fyri einum útisigri við Løkin, men í Runavík siga tey so fara eftir øllum stigunum kortini.
Til dystin hesaferð eru Kári Hansen, Áki L. Hansen og Gert Langgaard ikki tøkir hjá Trygva Mortensen. Hinvegin eru Ikechukwu Onyema og Sjúrður Jacobsen báðir tøkir, eftir at teir vóru úti við skaða seinast.
Hjá VB verður roknað við, at allir mans eru tøkir, og so er spurningurin, hvørt teir aftur hesaferð megna at halda fast um góðu avrikini á útivølli.










