Hagtølini ímóti HB

VB-HB:
Higartil hevur HB fingið fult hvørja ferð, men seinastu tíggju árini hava teir ikki vunnið í Vági

Upptakt

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá HB, tað sum higartil er farið av kappingarárinum. Liðið er einsamalt á odda í landskappingini, og eisini tá steypakappingin verður tikin við, hava úrslitini verið í topp.
Tískil er helst einki at siga til, um lagið er gott, nú fari verður suður til Vágs at spæla, men í HB vita teir tó fullvæl, at júst hesin dysturin kanska verður tann, har sigursrøðin steðgar.

Hava møguleikan
VB stendur seg nevnliga vanliga væl á heimavølli, og ikki minst hevur HB kent svian av hesum. Leitast skal aftur til 1991 fyri at finna seinasta HB sigurin í Vági, og tað er longri enn í nøkrum øðrum føri, tá HB hugt verður í hagtølini hjá sigursvanda havnarfelagnum.
Hesa ferð verður tað tó eitt heldur skert VB lið, sum HB kemur á vitjan hjá. Nógvu skaðarnir hjá stuðulsleikarunum eru enn ikki grøddir heilt, og tó at Mortan í Hørg nú aftur er tøkur eftir leikbann, so voldar tað framvegis VB-venjaranum stórt høvuðbrýggj, tá liðið skal setast saman. Hóast hetta, so er hevur liðið enn ikki mist sambandið við oddin, og liva teir upp til hagtølini, verður munurin til HB minkaður í tvey stig, og í mesta lagi verða trý stig fram til oddaliðið.
Hjá HB er støðan nakað øðrvísi. Eftir ógvusliga fráfallið í fjør tykjast skaðar at vera eitt mest sum ókent fyribrigdi í ár, og aftur hesa ferð hevur Ioan Geolgau allar mans tøkar, tá hann skal seta liðið.
Tí kann av sonnum sigast, at tað er í ár, at HB hevur møguleikan, um teir skulu vinna í Vági. Enn eru sjálvandi nógv stig eftir at spæla um, men megna havnarmenninir eisini hesa ferð at fáa trý stig burtur úr dystinum, fer av álvara at síggja ljóst út, tí tað verða neyvan nógv lið, sum fara sigrandi úr Vági hetta kappingarárið.