Skal KÍ venda gongdini, so er dysturin á Sandi besta høvið. Ikki minst tí hagtølini avgjørt eru í parti við KÍ í hesum dystinum. Seinastu tíggju árini hevur KÍ fýra ferðir vitjað á Sandi, og hvørja ferð hevur talan verið um útisigur. Eisini staðfesta hagtølini, at HB trívist væl í Sarpugerði, og at B36 veruliga hevur takið á VB/Sumba. Hagtøl í sjálvum sær siga tó einki, men ofta geva tey kortini eina góða ábending um dystirnar.
Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini um vikuskftið havt dystast í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini.