Hagtøl um gransking og menning Í Føroyum Í almenna og privata sektorinum verða nú ment av Granskingarráðnum Í samstavi við Hagstovuna. Ein spurnakanning skal útvega hesi hagtøl og vitan, og úrslitið av hesari kanning skal almannakunngerast í eini frágreiðing
Føroya Arbeiðsgevarafelag við vinnugreinafeløgum og Føroya Reiðarafelag mæla limum sínum til at svara spurnaskjalinum, soleiðis at hagtølini vera so álítandi sum gjørligt.
Hvussu innsavningin
er skipað
Spurnakanningin verður framd um alnetið og atgongd til hesa fæst við klikkja á hesa leinkjuna 212.55.61.8/opinio/s. Her fæst samband við elektroniska spurnaskjalið, ið er gjørt til endamálið . Vegleiðing er eisini gjørd, sum greiðir frá, hvussu tey hugtøk, ið eru nýtt, skulu tulkast, og hvussu spurningarnir í spurnaskjalinum skulu svarast. Í skipanini fæst fatur á:
?Einum spurnaskjali, ið skal prentast út
?Eini vegleiðing, ið eisini skal prentast út.
?Byrjan til ta elektronisku útgávuna av spurnaskjalinum, ið endaliga skal fyllast út og sendast Hagstovuni.
Brúkarar kunnu brúka prentaða spurnaskjalið og vegleiðing til fyribils útfylling av skjalinum. Skjalið er umfatandi, og trupult verður at fara beint inn á elektroniska skjalið og leggja svarini inn uttan nærri fyrireiking. Spurnarbløðini eiga at verða svarað áðrenn fríggjadgin, 19. november.
Allar eindir og fyritøkur verða vinarliga bidnar um at svara spurnaskjalinum. Hetta hevur stóran týdning fyri góðskuna á hagtølun-um og hvussu álítandi tey verða. Tað er eisini týdningarmikið at fáa svar frá teimum fyritøkum, ið ikki hava havt granskingar- og menningarvirksemi. Granskingarráðið og Hagstovan vita væl, at tað kann verða ein avjbjóðing at svara skjalinum, men vónandi kunnu vit við skrivligum vegleiðingum og virknari hjálp lætta um tilgongdina so væl sum gjørligt.