Fyrrverandi skúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Petur Dahl, heldur lítið um staðfestingina, vit gjørdu í blaðnum í gjár um, at Havnin er eftirbátur á skúlaøkinum. Hann heldur tvørturímóti, at støðan er rættiliga góð á skúlaøkinum í Havn.
? Talan er ikki um annað enn turr tøl, ið einki siga um skúlan, dygd ella trivna. Skúlarnir eru væl fyri í Havn, og vit hava altíð fingið nokk frá Tórshavnar kommunu, sigur Petur Dahl
Hann heldur, at skúlaøkið verður væl umsitið, og skúlarnar hava altíð havt ein góðan í Tórshavnar kommunu. Petur Dahl fortelur, at tað hevur aldrin restað í, tá skúlarnir hava havt tørv fyri fígging til rakstur.
-Vit hava altíð fingið nógv til skúlaamboð, teldur, reingerð og annan rakstur, so eg vil siga, at økið verður væl umsitið av kommununi.
Fyrrverandi skúlastjórin í Hoyvíkar skúla heldur, at tað meir umráðandi at hyggja at, hvussu játtanin til skúlan í teimum ymisku kommununum verður umsitin, og hvat ein fær burturúr pengunum, heldur enn at hyggja, hvussu stór játtanin er.
Vantandi íløgur
Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, so skulu hagtøl altíð lesast við fyrivarni. Hagtølini á skúlaøkinum hjá Hagstovu Føroya eru gjørd upp eftir netto útreiðslum á bæði rakstrar- og íløgusíðuni í árunum 1993-2002.
Jan Christiansen vísti á í blaðnum í gjár, at hann roknaði við, at orsøkin til, at Havnin lá so niðarliga í hagtølunum var, at ongar íløgur eru gjørdur í skúlabygging, síðan í sjeyti árunum.
Tá hagtølini hjá Hagstovu Føroya bert fevna um tíggju ára skeiðið 1993-2002, er rættiliga nærliggjandi at gera ta niðurstøðu, at vantandi íløgur á skúlaøkinum í høvuðsstaðnum er orsøkin til, at Havnin liggur so niðarliga í hagtølunum.
Hendir nakað
Spurdur, um tørvur er á nýbygging innan skúlaverkið í Havn, svarar Petur Dahl, at tað altíð hevur verið nokk av húsarúmi í teimum ymisku skúlunum í Havn, men ein kann altíð ynskja sær ein rúmligari skúla.
? Í Hoyvik skúla fingu vit fyri einum ári síðan tríggjar nýggjar skúlastovur, so vit klára at halda tørn til nýggi skúlin er klárur í 2006. Kommunuskúlin fær eisini ábøtur, hóast arbeiðið er steðgað, og í síðstu viku var skúlin klárur í Kaldbak við ábøtum, so tað hendir nakað allatíð á skúlaøkinum, greiðir Petur Dahl frá.
Hann visir á, at tað tekur tíð at koma úr kreppuni fyrst í nítiárunum, og møguliga átti Tórshavnar kommuna at verið skjótari á sjóarfallinum í einstøkum førum við ráðlegging fyri framtíðina, men tað er ikki so, at nakar skaði er komin av tí.
Væl fyri
Petur Dahl sigur at enda, at eina til tvær ferðir árliga hittast allar skúlastjórar kring landið, har ymisk mál verða umrødd. Tá fíggjarligi parturin hevur verið viðgjørdur, hevur tað verið hansara fatan, at skúlastjórarnir uttanfyri Havnina halda, at Havnin er rættiliga væl fyri fíggjarliga á skúlaøkinum, og teir í einstøkum førum øvunda Havnini.