Ferðaráðið og Hagstovan hava fingið í lag eina avtalu um ferðavinnuhagtøl, ið verða savnað inn av Hagstovuni frá 2013.
- Ferðavinnufelagði hevur í mong ár umbiðið hagtøl fyri ferðavinnuna, og tí eru vit glað fyri, at hendan avtalan er komin í lag.
Tað sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum.
- Í fyrstu syftu snýr tað seg um gistingarhagtøl, men Ferðavinnufelagið væntar, at hesi hagtøl fara eisini at fevna um onnur áhugaverd lyklatøl.
Henny á Líknargøtu sigur, at Ferðavinnufelagið hava alla tíðina mett, at innsavningin av hagtølum fyri ferðavinnuna er ein uppgáva hjá Ferðaráðnum í samstarvi við Hagstovuna, sum við lóg hevur heimild at savna inn hagtøl.
- Hesi seinastu árini hava vit savnað inn hagtøl uttan at hava heimild til tað. Av hesi orsøk hevur tað verið sera trupult at fingið álítandi hagtøl, leggur hon aftrat.
Síðani 2010 hevur Ferðavinnufelagið savnað inn og viðgjørt tøl frá ferðavinnuni fyri árini 2009, 2010 og 2011 og hevur givið út tvær ársfrágreiðingar.
- Vit eru nøgd við tey úrslit, ið eru innkomin, men dylja ikki fyri, at ein ávís óvissa er tengd at uppgerðunum í hesum báðum ársfrágreiðingunum.
Tað sigur Mette K. Kibsgaard, ið er samskipari í Ferðavinnufelagnum og hevur ábyrgd av ársfrágreiðingini fyri 2011.
Hon vísir tó á, at ferðavinnan hevur víst stóran samstarvsvilja í sambandi við útflýggjanina av teirra tølum.
- Tey flestu skráseta neyv tøl, men tá vit ikki hava somu heimildir, sum Hagstovan hevur til at savna inn upplýsingar, kunnu heldur ikki somu krøv setast til dygdina av upplýsingunum.
Ferðavinnufelagið frøist um, at Hagstovan fer at taka sær av hesi uppgávu. Hetta fer at gera hagtølini meira eftirfarandi og gagnlig fyri ferðavinnuna.









