Hagstova Føroya skipar fyri spurnarkanning

Í hesi vikuni verður árliga arbeiðsmarknaðarkanningin hjá Hagstovuni, har 1200 fólk verða spurd um teirra viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Spurt verður um arbeiði, arbeiðstíð, útbúgving, vinnugrein v.m. Tað verður Gallup, sum ger spurnakanningina fyri Hagstovuna.

- Vit vóna, at tey, ið verða uppringd, hjálpa okkum, soleiðis at kanningin verður so álítandi sum gjørligt, sigur Hagstovan.

Lagt verður aftrat, at endamálið við kanningini er at lýsa, hvat tilknýti íbúgvar landsins hava til arbeiðsmarknaðin. Hvussu nógv fólk hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, hvussu nógv, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, í hvørji vinnugreinum fólk eru virkin, hvussu nógvar tímar arbeitt verður um vikuna, hvussu nógv kundu hugsa sær at arbeitt fulla tíð ella niðursetta tíð v.m.

Hagstova Føroya sigur, at kanningin verður gjørd eftir altjóða leistinum hjá ILO, ST-stovninum fyri arbeiðsviðurskifti, og kanningin verður gjørd í øllum Norðurlondum, ES-londum eins og í nógvum øðrum londum víða um heimin.

- Kanningin gevur okkum besta grundarlagið fyri samanberingum við arbeiðsmarknaðin í øðrum londum. Í Føroyum er kanningin gjørd síðan 2005, og hon verður gjørd við heimild í løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya.

Tað skrivar Hagstovan á síni heimasíðu í dag.