Haggtalsstubbar

Ymisk haggtøl frá farna ári.

Av samlaðu elframleiðsluni í 2005 stavaði
4% frá vindorku, 40% frá vatnorku,
meðan 55% stavaði frá termiskari orku.

- -

Tað vórðu avreidd meira enn 3 ferðirnar
so nógvur upsi sum toskur í 2005.
Og kortini var virðið á toskinum
út við triðingin hægri.

--

Visti tú, at nærum 91% av mannfólkinum og 88%
av konufólkinum millum 15 og 74 ár
vóru arbeiðsvirkin í 2005,
og at hetta er heimsmet?

--

í 2005 vóru 1.836 fyritíðarpensjonistar.
Av teimum vóru 58% konufólk. 25% av
fyritíðarpensjonistunum vóru í
aldrinum 60-64 ár.

--

Miðal rúsdrekkanýtslan hjá hvørjum føroyingi
(15 ár og eldri) í 2005 var 65 litrar av øli,
8 litrar av víni, 6 litrar av brennivíni og
3 litrar av ymiskum tollfríum.

--

Visti tú, at av virknu limunum hjá ÍSF í 2005 vóru
tað 29% sum spældu fótbólt, meðan 17%
gjørdu fimleik, 11% spældu hondbólt og
onnur 11% róðu.

--

Tað vóru 240 vígslur og 67 skilnaðir
í 2005 ella útvið 1 skilnaður
fyri hvørjar 4 vígslur.