Ein skotskur slaktari vil vera við, at skotski tjóðarrætturin, haggis, slett ikki er skotskur, men norðurlendskur matur.
- Vit eru vís í, at víkingarnir komu til Skotlands við haggis, sigur Joe Callaghan, slaktari í familjufyritøkuni Callaghans of Burgh Butchers, við avísina The Telegraph.
Hann hevur hetta ikki frá ongum, tí hann hevur kannað málið í trý ár. Og hann heldur einki benda á, at tað nakar skotskur uppruni er í at fylla eina seyðavomb við avroðum, eplamorli, rótamorli, leyki og øðrum, og síðani smákóka í minst tríggjar tímar.
Joe Callaghan vísir á, at norðurlendsku víkingarnir komu til Skotlands umleið ár 800, og fyrst komu teir til ytru oyggjarnar, sum Hebridurnar, Skye og Man, og síðani inn á skotska fastlandið.
- Eftir nøkur ættarlið blivu norsku innflytararnir inngiftir og blandaðust við upprunaliga fólkið, ið her búleikaðist, og tí er slett ikki óhugsandi, at víkingarnir høvdu haggis við sær, sigur skotski slaktarin.
Eisini kokkurin, Clarissa Dickson Wright, segði í 1996, at tað vóru víkingarnir, ið komu við haggis, sum tí illa fær verið ein veruligur skotskur tjóðarrættur. Og málgranskarin, Walter William Skeat, hevur eisini víst á, at orðið haggis kemur frá fornnorrøna haggw, ið merkir at høgga sundur í smáar bitar.










