Málið um hvørvingina av norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum eingin hevur sæð ella hoyrt frá síðan hin 31. oktober í fjør, hevur framvegis hægsta prioritet hjá norsku løgregluni.
Tað staðfestir politimeistarin í løgregluøkinum, Steven Hasseldal.
Kanningar -og uppkláringararbeiðið í málinum hevur kostað norsku løgregluni bæði orku og nógvan pening, og nú verður sambært norsku heimasíðuni - www.nrk.no - roynt at minka nakað um útreiðslurnar av kanningararbeiðnum.
- Í byrjanini vórðu fleiri kanningarátøk, sum máttu fremjast, Vit minka ikki um kanningararbeiðið. Málið hevur framvegis hægsta prioritet, men tað er trupult at siga, hvussu nógva yvirtíð vit skulu brúka framyvir, sigur politimeistarin í økinum, Steven Hasseldal við NRK.
Løgregluøkið brúkti 5,2 miljónir norskar krónur til yvirtíð í Hagen-málinum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Í mánaðunum apríl til juni er ætlanin at minka um yvirtíðina, stendur at lesa í einum brævi frá politimeistaranum, sum NRK hevur fingið innlit í.
Í brævinum biðir Steven Hasseldal um 18 miljónir norskar krónur, tí Hagen-málið hevur verið rættiliga krevjandi og kostnaðarmikið. Í brævinum skrivar hann, at meirkostnaðurin í samband við málið hevur verið níggju miljónir krónur fram til hin 12. mars í ár.
- Vit kunnu vátta, at Politistýrið hevur móttikið eina áheitan frá løgregluøkinum um eykajáttan, og málið er í løtuni til viðgerðar. Enn fyriliggur eingin niðurstøða, skrivar POD, sum er Politistýrið í einum telduposti til NRK.
Tað eru nú meiri enn seks mánaðir síðan, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og fyri umleið tveimum vikum síðan gjørdi løgreglan nýggjar kanningar á økinum kring ognina hjá Hagen-familjuni.
Líkhundar í báti vórðu tá brúktir í leitanini í Langvannet. Vatnið, sum liggur nærindis ognini hjá familjuni, er áður kannað við kavanum, men tað hevur ikki borið til at brúkt líkhundar, fyrr enn ísurin á vatninum smeltaði.
Løgreglan kannaði eisini eina tjørn, Vesletjernet, sum tey ikki hava kannað í samband við Hagen-málið áður.
Tá løgreglan leitaði í vøtnunum við bátum og líkhundum, vórðu fleiri spor merkt av, men løgreglan hevur higartil einki viljað sagt um, hvørt tey hava funnið nakað av týdningi, meðan tey leitaðu við líkhundunum.