Hagen-málið: Løgreglan er á villinigøtu

- Eg trúgvi, at løgreglan hevur mistikið seg og er á einum villinispori, sigur verjin hjá "kryptomanninum, Dag Svensson.

 

Lesarar hava kanska gloymt, at tað er ikki bara miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv fyri meira enn tveimum árum síðan, nevniliga hin 31. oktober í 2018. Ein annar, sum eisini er skuldsettur, er sonevndi "kryptomaðurin", sum er í 30-árunum. Heilt aftur til 2018 møttust teir báðir nakrar ferðir, og tað var Tom Hagen sjálvur, sum yvirfyri løgregluni nevndi henda mannin, tá kona hansara hvarv. 

Hin stívliga 30 ára gamli skuldi vera kønur í kryptovaluta, og orsøkin til, at hann vitjaði Tom Hagen á arbeiðsplássi hansara, var, at hann helt seg hava eitt forrætningshugskot, har miljarderurin skuldi vera íleggjari. Men, tað var skjótt, at Tom Hagen gjørdi greitt, at hann ikki hevði hug at verða partur av nakrari slíkari verkætlan. Kortini kom "kryptomaðurin" onkuntíð á gátt á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen - ófráboðað.

"Kryptomaðurin" er framvegis skuldsettur í málinum. Í byrjanini var hann skuldsettur fyri viðvirkan til dráp, men seinni broytti løgreglan skuldsetingina til "frælsisskerjing" - ella "frihedsberøvelse", sum tað verður rópt á donskum máli. Maðurin var ikki leingi í varðveitslu hjá løgregluni, og løgreglan royndi ongantíð at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Eftir øllum at døma hevur løgreglan ikki hildið, at tey fóru at fáa samtykki frá rættinum til tess. Tískil varð maðurin leyslatin aftur.

Í avhoyringum segði "kryptomaðurin", at hann helt seg hava verið fyri einari samansvørjing, har løgreglan vildi vita alt um hansara fundir við Tom Hagen. - Tit eru í einum villinispori, segði maðurin við løgregluna, tá hann var til avhoyringar í mai mánaði í ár. Nakrar tímar frammanundan hevði løgreglan handtikið mannin og skuldsett hann fyri dráp í mest gátuføra máli av slíka slag í Noregi yvirhøvur.

Sambært VG var maðurin, sum løgreglan handtók og skuldsetti í málinum, í sjokki, og hann skal hava sagt í avhoyringum, at hann heldur, at "... løgreglan er á einum villinispori...", tá tey høvdu handtikið og skuldsett hann í málinum. Tá "kryptomaðurin" varð handtikin í einum loyniligum átaki í Oslo, var Tom Hagen júst vorðin leyslatin úr varðhaldinum hjá løgregluni.

Løgreglan viðgekk eisini seinni, at handtøkan av "kryptomanninum" varð framskundað, tí nú varð Tom Hagen leyslatin aftur, og tey stúrdu fyri, at teir fóru at finna saman og fóru at skrúva saman eina felags frágreiðing. Tískil var vandin fyri, at løgreglan fór at spæla av við onkur prógv í málinum. Sjálvur varð Tom Hagen leyslatin úr varðhaldinum hin 8. mai, eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður í tilsamans 11 dagar.

##med2##

Í áður umrødda hóttanarbrævinum, sum varð funnið í heiminum hjá Hagen-hjúnum, eftir at Anne-Elisabeth Hagen var horvin, varð kravt, at Tom Hagen rindaði níggju miljónir evrur í kryptovaluta'ini monero, um hann skuldi fáa konu sína aftur. Hetta var eisini orsøkin til, at hin stívliga 30 ára gamli varð handtikin og skuldsettur, tí hann var mettur at vera kønur í kryptovaluta og kundi tískil hava onkran leiklut í málinum.

- Maðurin er framvegis skuldsettur í málinum, og tað er eingin broyting í skuldsetingini móti honum. Vit ynskja ikki at  viðmerkja, hvør illgrunin til mannin er - ella, hvønn leiklut løgreglan heldur, at maðurin kann hava í málinum, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, í einum telduposti til VG.

"Kryptomaðurin" hevur í avhoyringum sagt, at løgreglan kann ikki hava kanningararbeiðið  í Hagen-málinum undir eftirliti, tá hann varð handtikin og skuldsettur. Í avhoyringunum varð hann eisini spurdur, um hann var bangin fyri Tom Hagen. Her segði maðurin, at hann er stúrin vegna tann ella tey, sum standa aftan fyri málið um Anne-Elisabeth Hagen, men hann segði seg ikki kunna vita, um miljarderurin kann hava nakað við málið at gera.

Verjin hjá "kryptomanninum", Dag Svensson, sigur seg vænta, at málið ímóti hinum stívliga 30 ára gamla, verður lagt til síðis. - Eg trúgvi, at løgreglan hevur mistikið seg og er á einum villinispori, sigur Dag Svensson. Hann leggur aftrat, at tað er trupult hjá einum manni, sum hesum at liva eitt vanligt lív, tá hann hevur hesa skuldseting hangandi yvir sær - og serilga, tá málið verður umrøtt í miðlunum.

##med3##