Hagen-málið: Kann gerast eitt drápsmál

Norska løgreglan útihýsir ikki, at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, kann vera dripin.

Norska løgreglan er rættiliga órógvað um, at tað nú er vorðið púrasta kvirt hjá møguligu ránarunum av norsku ríkmanskonuni, 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog fyri meira enn fimm mánaðum síðan.

Hjá løgregluni hevur Hagen-málið nú flutt seg til at vera kanning av einum møguligum drápsmáli. Eftir at hava brúkt nógva tíð og orku upp á hetta mál í meira enn fimm mánaðir, er norska løgreglan nú fyrireikað upp á, at tey kanska ikki fara at hoyra aftur frá møguligu ránarunum.

Seinasta vísa lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober síðsta ár, var ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni klokkan 09.14 henda morgunin.

- Hetta sær ikki væl út. Málið hjá okkum er at fáa Anne-Elisabeth Hagen heim aftur til familju sína og soleiðis at uppklára málið. Men, nú hava kanningarnar hjá okkum flutt seg til at vera kanningar av einari álvarsligari, revsiverdari gerð, sigur løgregluovastin í økinum, Tommy Brøske, við NRK.

Men, kann talan vera um eitt drápsmál?

- Vit vita ikki, hvørjum vit standa yvirfyri, men dráp kann vera ein møguleiki, sigur hann og leggur aftrat, at talan eisini kann vera um rán av einum menniskja, har eitt hvørt hevur miseydnast – ella, at okkurt heit annað kanska er hent.

Advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum Tommy Brøske sigur um, at talan møguliga kann vera um eitt drápsmál.

Heilt, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevur høvuðsástøðið hjá norsku løgregluni verið, at hon er vorðin burturflutt móti sínum vilja. Í húsunum í Lørenskog er funnið bræv við kravi um loysigjald og við hóttan um, at familjan ikki skuldi draga løgregluna uppí málið.

Hin 11. februar í ár upplýsti norska løgreglan, at samband hevði verið við møguligu ránararnar, og um sín advokat hevur Hagen-familjan eisini gjørt vart við, at tey ynskja at samskifta við møguligu ránararnar við tí endamáli at fáa hina 69 ára gomlu heim aftur í øllum góðum.

Men, hóast alt hetta hevur leingi verið púrasta kvirt í hinum endanum, og hetta gevur norsku løgregluni, sum brúkar nógva tíð og orku upp á hetta mál, rættiligt høvuðbrýggj.

Tommy Brøske vísir í samrøðu við NRK á, at tá talan er um rán við fíggjarligum endamái, er ynskið vanliga at fáa pengarnar. Men, í hesum máli er eftir øllum at døma víst eitt stórt tolsemi í so máta, og tað er meira óvanligt í slíkum málum.

- Tað er mangt, sum bendir á, at nú verður púrasta kvirt í hinum endanum, men vit vilja eggja møguligum ránarum til at seta seg í samband við okkum, sigur kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, við NRK.