Hagen-málið: Hóttu við at leggja dráp út á netið

Í hóttanarbrævinum verður sagt, at ein upptøka av drápinum av Anne-Elisabeth Hagen hugsandi fór at koma fyri eyguni á manni hennara.

 

Í morgin, 31. august, eru tíggju mánaðir, síðan norska ríkmanskonan, 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi. Í gjár kom fram, at familjan hjá konuni í brævinum, sum lá eftir í heiminum eftir hvørvingina, fekk eitt "brutalt ultimatum" frá hugsandi ránara ella ránarum.

Tað var maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, sum fann brævið í heiminum, tá hann tíðliga seinnapartin henda dagin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús. 

Áður er komið fram um brævið, at her var eitt krav um loysigjald á níggju miljónir evrur, og her var eisini ein hóttan um, at tað kundi koma at kosta Anne-Elisabeth Hagen lívið, um familjan fór til løgregluna við málinum. Men, tað fór maðurin, Tom Hagen, kortini. Ein lítlan tíma eftir, at hann var komin til tómt hús, vendi Tom Hagen sær til løgregluna, sum síðan arbeiddi í loyndum við málinum í einar 10 vikur.

Sambært upplýsingum, sum norska heimasíðan - www.vg.no - nú hevur fingið hendur á, verður í brævinum hótt við, at um miljarderurin ikki rindaði kravið um loysigald, fór filmsbrot við drápinum av Anne-Elisabeth Hagen at verða lagt út á netið, soleiðis sum vit kenna hesi brot frá avrættingum, sum yvirgangsfelagsskapurin IS hevur staðið aftanfyri.

Í brævinum verður sambært VG eisini sagt, at ein slík upptøka hugsandi fór at koma fyri eyguni á manninum, sum soleiðis fór at síggja seinastu løtuna hjá konu síni við egnum eygum. Hóast tíggju mánaðir síðan hvørvingina, hevur norska løgreglan ferð eftir ferð sagt, at tey eingi prógv hava fingið fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi - og ei heldur nakað prógv um, at ríkmanskonan er deyð.