Norska løgreglan eftirlýsir nú ein bil, sum koyrir fram við húsunum hjá hjúnunum, Tom og Anne-Elisabeth Hagen, bert 18 minuttir, áðrenn seinasta lívstekin frá ríkmanskonuni, sum um tíggju dagar hevur verið sporleyst horvin í tvey ár. Vakmyndagóðskan er sera vánalig, og tí hevur løgreglan ikki áður víst hesa vakmynd av bilinum, sum tey nú eftirlýsa.
Tað er eitt vakmyndatól, sum stendur við hina síðuna av Langvannet, sum gongur næstan heilt upp til húsini hjá Hagen-familjuni. Løgreglan sigur, at vakmyndirnar vísa ein bil frá klokkan 08.56.49 til klokkan 08.57.09 - ella í 20 sekund.
- Á upptøkum hjá Hjelpemiddelsentralen er líkt til, at tað eisini eru rørslur á gongugøtuni niðan fyri Sloraveien 4 klokkan 07.56 og klokkan 08.56, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø.
Hon vísir á, at dygdin á upptøkunum er so vánalig, at tað er trupult at gera sær nakra niðurstøðu um, hvat hesar rørslur vísa. - Vit eru greið yvir, at myndirnar eru sera vánaligar, og tí hava vit ikki áður víst tær fyri almenninginum, leggur Agnes Beate Hemiø aftrat.
Tv2.no hevur áður greitt frá, at løgreglan hevur brúkt rættiliga nógva tíð upp á júst henda bilin, og sambært einari 40 síðu langari frágreiðing, sum løgreglan hevur skrivað, heldur Tv2.no seg vita, at upptøkurnar kunnu vísa tvey ting:
* Bilurin koyrir móti Hagen-húsunum, men brúkar ongantíð bremsuljósini
* Bilurin koyrir móti húsunum við sløktum ljósum.
Tv2.no veit eisini at siga, at løgreglan hevur brúkt nógva tíð upp á at endurskapa støðuna við ymiskum bilum - í somu veðurviðurskiftum og somu tíð av døgninum, sum hendingin fór fram í Lørenskog feigdarmorgunin.
- Vit vita framvegis ikki, hvør sat í hesum bili, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, sum vísir á, at tíðarskeiðið, tá bilurin sæst á vakmyndunum, er áhugavert fyri løgregluna. Tíðin er eisini áhugaverd, tí løgreglan hevur eisini loggin á telefonini Anne-Elisabeth Hagen at fyrihalda seg til.
##med2##
Sambært Tv2.no vísir loggurin, at ríkmanskonan klokkan 08.56 endar eina telefonsamrøðu við ein av starvsfeløgunum hjá manni hennara, Tom Hagen. Samrøðan snýr seg um lønir.
Klokkan 09.10 sendir Anne-Elisabeth Hagen eini sms-boð til onkran í familjuni, og klokkan 09.14 hevur hon eina stutta telefonsamrøðu við onkran annan í familjuni, sum løgreglan heldur er seinasta lívstekin frá konuni, áðrenn hon hvørvur.
Tv2.no veit eisini, at miljarderurin, Tom Hagen, kemur til arbeiðsplássið hjá sær millum klokkan 09.10 og 09.15 henda morgunin, og tað tekur minni enn 10 minuttir hjá honum av koyra heimanífrá og til arbeiðsplássið.