Hagelin-málið framaftur

Í 1977 varð svenska kvinnan Dagmar Hagelin burturflutt og myrd í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires. Tað kom fram beinanvegin, at tað var hernaðarstýrið, sum hevði givið boð um at beina fyri henni, og illgruni hevur alla tíðina verið um, at tað var heryvirmaðurin Alfredo Astiz, sum framdi sjálvt morðið, men hann varð ongantíð tikin.

Í síðsta mánað samtykti argentinska tjóðartingið, at teir, sum framdu brotsverk undir hernaðarstýrinum frá 1976 til 1983, kunnu rættarsøkjast, og nú hevur hægstirættur í Buenos Aires gjørt av, at málið um Dagmar Hagelin kann takast upp. Men enn eru ikki allar súður syftar, tí enn hevur hægstirættur ikki gjørt av, um samtyktin hjá tjóðartinginum at rættarsøkja brotsmenninar hjá hernaðarstýrinum er í samsvari við landsins grundlóg.

Pápi Dagmar Hagelin, Ragnar Hagelin, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at hann ætlar sær til Argentina, tá tað er endaliga greitt, um málið kann takast upp í rættinum.