Hagastýrið skapar hugna

Í gjár var áseyðaroyting í Heygshaga í Sjóvar kommunu, og tað er haðani, hesar hugnaligu myndirnar eru, sum viðheftar eru niðanfyri.

Heygshagi er størsti ognarhagi í Sjóvar kommunu við 276 gyllin, og skipanin telir 600 spjøldur, harav 48 er røkt. Seinasta uppteljing, sum var í oktober í 2012, vísti, at 418 spjøldur vóru í nýtslu.

- Seyðurin verður rikin í rætt í tveimum gongum. Syðra gonga er umleið tveir triðingar av seyðinum og norðara umleið ein triðing.

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður víst á, at í løtuni eru seks røktingarmenn í Heygshaga.

- Seinastu fjallgongurnar hevur hagastýrið roynt at skapa hugna við at bjóða kaffi og vaflur á rættini, verður sagt.

Í haganum eru bæði smáir og størri eigarar, og tískil er nógv fólk á rættini, tá fjallgonga er.

- Barnagarðurin plagar eisini at koma á vitjan, um fjallgongan er ein vanligan arbeiðsdag, sigur Sjóvar kommuna.