Í hagan eftir kvinnu

Góða veðrið í dag freistar uttan iva nógv at fara ein gongutúr bæði eftir vegi og í haga.

 

Tað er tó týdningarmikið at ansa sær, tá ein gongur, hóast ein kanska ikki fer at ferðast í brattlendi.

 

Í dag er ein kvinna komin illa fyri í haganum onkustaðni á leið við Kirkjubøreyn ella Velbastaðsháls.

 

Ein sjúkrabilur er á staðnum og portørar fóru berandi eina børu niðan í hagan.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at ein kvinna hevur meiðslað seg, og tí eru portørarnir farnir eftir henni.