Súkkling
Stóra súkklukappingin Statoil kring Føroyar byrjaði í gjár, tá einkultstartur var á skránni í Klaksvík. Og ikki heilt óvæntað var íslendski Hafsteinn Ægir Geirsson skjótastur á hesum.
Á stutta teininum vann íslendingurin sær ein fyrimun upp á 28 sekund í mun til næsta súkklaran, sum var føroyski Gunnar Dahl Olsen.
Hjá unglingum var Torkil Veyhe fremsti súkklarin. Hann hevði heili 32 sekund niður til næsta súkklaran, sum var liðfelagin í Tórshavnar Súkklufelag, Sigmund Olsson.
Upp í 400 metrar
Í dag verður næsta etapan í kappignini súkklað, og hesa ferð eru tað 105 kilometrar, sum skulu súkklast í Eysturoynni. Byrjað verður á Oyri, og síðai veðrur súkklað umvegis Norðskála, Ljósáir, Eiðisskarð, Funning, Funningsbotn, Oyndarfjørð, Skálabotn, undir Gøtueiði, Gøtur, Leirvík, Runavík, Toftir og runt agnið, áðrenn kósin verður sett móti málinum, sum er á Statoilstøðini við Saltangará.
Á hesi ferðini er talan um fleiri tungar brekkur, og tað er væl hugsandi, at feltið skrædnar rættiliga tíðliga á ferðini. Um Eiðisskarð skulu súkklararnir nevnliga upp í 400 metra hædd, og tað líkist eini brekku, sum veruliga kann skapa sjógv millum fremstu súkklararnar og restina.









