Hafsteinn vann einkultstartin í Vágum

Undanfarin ár hevur seinni einkultstarturin verið á Sandi, men hetta er í ár broytt, so hesin er fluttur vestur í Vágar í staðin. Fyrrapartin klokkan 11 løgdu tilsaman 49 súkklarar til brots á 32 kilometra teininum úr Sandavági til Bíggjar og aftur.

 

Súkklararnir fóru avstað ein og ein, tí her ráddi um sjálvur at súkkla teinin sum skjótast. Tá avtornaði, hevði Hafsteinn Ægir Geirsson vunnið við tíðini 42 minuttir og 41 sekund, og hann var 29 sekund framman fyri Torkil Veyhe og ein góðan minutt framman fyri Pétur Þór Ragnarsson, sum var nummar trý.

 

Torkil og teir væl á odda

Samanlagt er Torkil Veyhe tó framvegis á odda, ein minutt og 31 sekund framman fyri Kristian Gosvig, ið gjørdist nummar fýra í dag, og tveir minuttir og 51 sekund framman fyri Hafsteinn. Í liðkappingini eru Torkil og teir næstan seks minuttir framman fyri Hafsteinn og hansara menn.

 

Síðsti teinurin er á skránni í morgin, tá byrjað verður í Tjørnuvík. Súkklað verður suðureftir umvegis Saksun og Oyggjarvegin, og áðrenn komið verður inn í Havnina, skulu súkklararnir á Gomlurætt at venda. Sjálvt málið er mitt í Havnini, við Gamla Apotek.