Hafsteinn gav seg ongantíð

Íslendski Hafsteinn Ægir Geirsson vísti seg sterkari enn restin av feltinum. Men seinasta etapan fekk kortini føroyskan vinnara. Og hjá unglingum gjørdi Torkil Veyhe bart seinasta teinin

Súkkling

Eftir at hann longu á fyrstu veruligu etapuni vann sær ein fyrimun, helt íslendski Hafsteinn Ægir Geirsson fast um oddasessin, tá Statoil kring Føroyar varð súkklað frá miku- til sunnudagin.
Heldur ikki á einkultstartinum megnaðu hinir súkklararnir at gera nakað stórvegis við íslendeska favorittin, og tí var spenningurin mest sum burtur, áðrenn farið varð undir seinastu etapuna. Hendan endaði í Havnini, og tá komiðå var móti málinum, vóru fýra súkklarar mest sum púrasta javnir. Og her eydnaðist Gunnari Dahl-Olsen at spurta seg fyrst um strikuna, og tá talan samstundis var um einasta føryska etapusigurin í kappingini, mundi hetta kennast eyka væl hjá Gunnari.
Men í samlaðu støðuni var tað altso Hafsteinn, sum rann avstað við tí mesta.

Torkil gjørdi bart
Hjá unglingunum líktist Torkil Veyhe alla tíðina einum vinnara, og á seinasta strekkinum gjørdi hann veruliga bart. Munurin aftur til næsta súkklaran var ikki færri enn 10 minuttir, og tað setti eini tjúkka striku undir potentialið, sum býr í unga føroyska súkklaranum.
Hjá kvinnunum gjørdist skotska Jenny Wright greiður vinnari framman fyri tær báðar hetlendsku kvinnurnar, sum eisini vóru partur av kappingini.