Hotel Hafnia hevur higartil ikki havt nakað uppihaldsrúm, har gestirnir kunnu dvølja eina stund, ella har fólk kunnu sita áðrenn ella aftaná, tey hava vitjað matstovuna.
Í næstu viku letur eitt nýtt høli upp í Hotel Hafnia, og tað er Lounge Hafnia, sum tað verður nevnt. Enn er ikki klárt at lata upp, tí handverkararnir skulu leggja seinastu hond á verkið. Skeinkiloyvið er heldur ikki komið uppá pláss enn, men hetta verður væntandi eingin trupulleiki.
? Hetta er eitt stað, sum gestirnir á hotellinum hava saknað. Tað er vanligt hjá hotellum í hesum flokkinum at hava eina lounge, har gestirnir kunnu seta seg niður í hugnaligum umhvørvið, og tí lata vit eisini gera eina slíka, sigur Johan M. Restorff, stjóri á Hotel Hafnia.
Ikki kapping
Hann leggur dent á, at hetta ikki verður nakað vertshús ella líknandi, sum skal kappast við onnur støð í býnum. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt ískoyti til hotellið og matstovuna, so gestirnir kunnu fáa betri tænastu.
Pláss vera fyri umleið hálvthundrað fólkum í hølunum, sum skulu hava ein hugnaligan dám.
? Vit ætlan, at tað skal vera ein ávísur stílur yvir hesum, og tí gleða vit okkum til at lata upp, sigur stjórin um hølini, sum eru har handilin Drós var fyrr við síðuna av hárskeranum Lyngsø. Latið verður ikki upp, fyrr enn hølini eru heilt klár og loyvini eru fingin uppá pláss.
Ætlanin er, at um dagin ber til at koma inn at fáa sær ein drekkamunn av onkrum slag. Um kvøldið er Lounge Hafnia mest ætlað sum ein forlongdur armur hjá matstovuni, har fólk kunnu bíða eftir borði, og har gestirnir kunnu lesa bløðini og annað.
Inngongdin verður ígjøgnum móttøkuna á hotellinum og ikki beinleiðis frá vegnum.










