Hættislig fyri trygdina hjá sjómonnum

Hetta er sera álvarsamt fyri trygdina hjá skipum, sigur leiðarin á MRCC støðini í Føroyum

 

- Støðan er hættislig. Tað er sera álvarsligt, at vit ikki fáa kvitta fyri einum DSC neyðarkalli.

 

Tað sigur Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC í Foroyum.

http://www.fve.fo/I2net/Data/Register/c7740269-1f33-4129-9407-498b5100bcda/3464ca3b-87e6-4de7-ad89-ff3005e46320/ee8257ad-270f-4fd6-a9b3-7bd670fdce9d.JPG

 

Hann sigur, at nú eru tríggir av fýra millumbylgjusendarum Uppi á Varða, farnir. Tórshavn Radio fær tískil bara samskift á millumbylgjuni á neyðrásini 2182, boðar hann frá í almennum skrivi nú seinnapartin.

 

Hann sigur, at nýggir millumbylgjusendarar eru í umbúna, men veitingartíðin er 4-5 mánaðir.

 

- Millumbylgjusendararnir Uppi á Varða eru meira enn 30 ára gamlir. Upprunaliga vóru fýra sendarar, harav ein var brúktur til DSC, ein var brúktur til neyðrásina 2182 og ein var settur av til arbeiðsrásina. Tann fjórði var at hava at taka til.

 

- Eykasendarin varð tikin í nýtslu fyri fleiri árum síðani. So vóru tríggir sendarar tøkir. Men fyri stuttum eru bæði millumbylgjusendarin til DSC neyðarkall og sendarin til arbeiðsrásina, farnir.

 

- Støðan er hættislig. Tað er sera álvarsligt, at vit ikki fáa kvitta fyri einum DSC neyðarkalli. Fer seinasti sendarin, so hava vit einki samskifti á millumbylgjuni, sigur Edvard Bjarnason.

 

Sambært altjóða mannagongdum er tað lokala landstøðin, sum kvittar fyri DSC neyðarkallum. Í Føroyum er tað Tórshavn Radio.

 

- Kvittanin kann hava stóran týdning, tí skipið, sum sendir DSC neyðarkall á millumbylgjuni, fær ikki brúkt millumbylgjusendarin til samskifti, fyrrenn tað hevur fingið kvittan fyri neyðarkallið.

 

- Sum støðan er nú, fer Tórshavn Radio at biðja aðrar støðir ella skip vátta fyri seg. Men fyri at kvitta, er neyðugt at støðin ella skipið hevur hoyrt DSC neyðarkallið.

 

Edvard Bjarnason sigur, at í ringasta føri kann tað vera so, at tað er bara Tórshavn Radio, sum hoyrir eitt DSC neyðarkall á millumbylgjuni. Tá er støðan tann, at skipið fær onga kvittan fyri eitt DSC neyðarkall á millumbylgju.