Hækking av ríkisveiting fall við einum braki

Tað er bara Miðflokkurin, sum vil hjálpa Sambandsflokkinum at hækka ríkisveitingina úr Danmark

Til fíggjarlógarviðgerðina í kvøld skuldi Løgtingið eisini atkvøða um uppskot frá Magnusi Rasmussen, sum er fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin, um at hækka ríkisveitingina aftur við teimum 25 milliónunum, sum samgongan ætlar at minka hana við í ár.

Men hetta uppskotið fall við einum braki. Bara 8 tingfólk tóku undir við tí, meðan 21 vóru ímóti. Eingin atkvøða var blonk.

Í álitinum vísti Magnus Rasmussen á, at ætlaða niðurlaðingin av ríkisveitingini hjá landsstýrinum merkir, at inntøkur landskassans í hesum valskeiðnum verða 250 mió. kr. minni enn ætlað. Hetta er ein stór upphædd, sum verður tikin úr føroyska búskapinum.

Soleiðis sigur Magnus Rasmussen, sum er umboðar Sambandsfloksins í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í sínum minnilutaáliti í fíggjarnevndini.

– Sjálvsagt fer hetta at merkjast, og tað er tað longu farið. Henda trygga inntøkukelda landskassans verður javnan gjørd til einkis. Sagt verður aftur og aftur, at hendan inntøkan hevur ikki tann stóra týdningin, ja nøkur fara so langt sum at siga, at hon í veruleikanum hevur als ongan týdning. Vil bara minna á, at trygga inntøkan av ríkisveitingini hevur stóran týdning, sigur Magnus Rasmussen, sum vísir á, at hon í løtuni er knøpp 8% av inntøkum landskassans.

Men hvørki samgongan ella Fólkaflokkurin eru samd við Magnusi Rasmussen, og tí fekk uppskot hansara bara undirtøku frá 6 sambandsfólkum og teimum báðum tingmonnunum hjá Miðflokkinum.

 

Soleiðis fullu atkvøðurnar:

 

##med2##

 

##med3##