Reimund Langgaard trívir nú í aftur kjakið um flóttafólk, ið hevur koyrt síðani løgmaður umrøddi møguleikan at taka í móti flóttafólkum í Føroyum í nýggjársrøðu síni.
Reimund Langgaard sigur, at hann gleðist um nýggjársrøðuna sum heild.
- Fyrst vil eg melda meg uppí tað kórið, sum sigur, at nýggjársrøðan hjá Løgmanni var einastandi góð. Nógv hava longu sagt sína meining um røðuna og flóttafólk, og vil eg fegin geva mítt íkast til hetta orðaskiftið
Harnæst trívur løgtingslimurin í endurgevingar løgmans úr Matteusar evangelium, líknilsi um seyðirnar og geitirnar, tá Jesus sigur “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær.”
- Um vit lesa víðari, síggja vit, at tey svaraðu honum: “Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?” Og til hetta svaraði Hann: “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”
Niðurstøðan hjá Reimundi Langgaard frá hesum skriftbrotum er greið:
- Kristin etikkur er nógv meira enn bara ein spurningur um fosturtøku og samkynd. Næstrakærleiki er ein stórur partur av kristna etikkinum, og eiga vit at hava næstrakærleika sum vegvísara – bæði sum einstaklingar, men eisini sum land.
Í málinum um flóttafólk sigur løgtingslimurin, at hann annars er samdur við tí, sum er ført fram higartil. Fleiri kanningar mugu gerast, innan Føroyar kunnu taka í móti flóttafólki. Hann er eisini samdur í, at tað er betri at hjálpa á staðnum, enn at taka flóttafólk higar, tó, sigur hann:
- Hetta, at tað er effektivari at hjálpa fólki á staðnum, má tó ikki blíva ein umbering fyri einki at gera. Leggjast skal tó afturat, at tað ikki eru øll, sum kunnu hjálpast á staðnum.
Løgtingslimurin skjýtur tí upp at hækka játtanina til neyðhjálp við 500.000 krónum í ár.
- Lat okkum vísa í verki, at vit veruliga vilja gera mun fyri nøkur av hesum neyðars flóttafólkum, sum tørva okkara hjálp. Eg vil mæla til, at vit longu í ár hækka neyðhjálpina við eitt nú 500.000 krónum, og at vit oyramerkja hesa játtan til flóttafólk í Sýria. Um allur hesin peningur var brúktur til teppir, so kundu vit givið fleiri enn 8.000 børnum eitt teppi nú, meðan veturin leikar á. Verða allir pengarnir brúktir til mat, so kunnu vit breyðføða 2.000 familjum í ein mánaða - ella fleiri enn 150 familjum í eitt heilt ár.
- Føroyar eru eitt ríkt og vælsignað land, og tað skulu vit verða glað og takksom fyri, men hetta forpliktar eisini, sigur Reimund Langgaard at enda.