Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tí hevur Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp til 70 ár.
– Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðasamfelag, skrivar Almanna- og heilsumálaráðið.
– Miðað verður ímóti at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin. Politiskar samráðingar eru í gongd millum politisku flokkarnar, men enn eru ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram komandi tíðina, skrivar ráðið.