Hækka pensjónsaldurin skjótari fyri Suðuroyartunnil

Ein treyt hjá Framsókn at taka undir við Suðuroyrtunli var at hækka pensjónsaldurin skjótari enn ætlað

Nú verður pensjónsaldurin hækkaður skjótari enn áður ætlað. Orsøkin til tað er Suðuroyartunnilin. Fyri at taka undir við tí kravdi Framsókn, at pensjónsaldurin skal hækka skjótari enn higartil ætlað. Tað eitur at »bøta um haldføri í búskapinum«.

Higartil er pensjónsaldurin hækkaður til 68 ár hjá teimum, sum er fødd eftir 1962.

Tað hevur ligið í kortinum, at pensjónsaldurin – um livialdurin hækkar eitt vist – kann hækka í mesta lagi eitt hálvt ár fimta hvørt ár.

Tað er hetta, sum landsstýrið nú ætlar skal gerast upp á nøkur heilt fá ár – og 10 ár fyrr enn ætlað. Sambært galdandi lóg er lagt upp til, at pensjónsaldurin verður 70 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982. Hetta ætlar landsstýrið at broyta til fólk, sum eru fødd í 1972.

Sambært uppskotinum sum fór til hoyringar, so verður einki nevnt um at hækka pensjónsaldurin hjá tingfólki, sum framvegis er 60 ár undir ávísum treytum og annars 67 ár.