Tað eru nøkur av uppskotunum á ungdómstinginum, sum verður hildið í Løgtinginum í dag. Ungdómstingið verður hildið í dag, morgin og mikudagin. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.
Hesi mál eru til viðgerðar á ungdómstinginum í dag klokkan 10:00:
1) 1. viðgerð LM-001/2021 - Uppskot til samtyktar um at yvirtaka landslæknaembætið og farsóttarlógina
2) 1. viðgerð LM-002/2021 - Uppskot til samtyktar um at hækka hámarksferðina hjá øllum prutlum til 50 km/t
3) 1. viðgerð LM-003/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Privatbúskap sum lærugrein í 9. flokki)
4) 1. viðgerð LM-004/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Stytta skúlavikuna fyri 7., 8., og 9. flokk niður í 32 skúlatímar um vikuna)
5) 1. viðgerð LM-005/2021 - Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og uppstiga undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum
6) 1. viðgerð LM-006/2021 - Uppskot til samtyktar um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði
7) 1. viðgerð LM-007/2021 - Uppskot til samtyktar um at gera eina pantingarskipan fyri burturkast úr plasti
8) 1. viðgerð LM-008/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Lækka aldursmarkið til 16 ár fyri alkoholinnihald 16,5% og lægri)
9) 1. viðgerð LM-009/2021 - Uppskot til samtyktar um at tryggja, at ung undir 18 ár ikki fáa hendur á tubbaki og snúsi
10) 1. viðgerð LM-010/2021 - Uppskot til samtyktar um at tryggja ungum borgarum í øllum kommunum eitt frítíðarkort
11) 1. viðgerð LM-011/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Kravd sexualundirvísing frá 7. til 9. flokk)
12) 1. viðgerð LM-012/2021 - Uppskot til samtyktar um at byggja havnina á Sandi út, soleiðis at Smyril kann leggja at í Sandoynni eftir at Sandoyartunnilin er liðugur
13) 1. viðgerð LM-013/2021 - Uppskot til samtyktar um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum
14) Framløga
Viðmerkingar
Hesi málini verða beind í Trivnaðarnevndina: LM-001/2021, LM-007/2021, LM-010/2021 og LM-013/2021
Hesi málini verða beind í Rættarnevndina: LM-002/2021, LM-006/2021, LM-008/2021, LM-009/2021 og LM-012/2021
Hesi málini verða beind í Mentanarnevndina: LM-003/2021, LM-004/2021, LM-005/2021 og LM-011/2021