Besti oktober-prísur í fimm ár

- Prísútlitini á laksi eru góð fyri næstu viku, skrivar iLaks.

 

iLaks, sum hvønn fríggjadag ger sínar metingar um spottprísin á laksi fyri vikuna, sum stundar til, vísir í dag á, at seljarar helst fara at fáa besta oktober-prís í fimm ár. 

 

Heimasíðan byggir sínar metingar á ymiskar keldur í laksavinnuni. 

 

- Hetta eru góðar tíðir. Laksaprísurin veksur í næstu viku við umleið tveimum norskum krónum fyri kilo í mun til vikuna fyri, sigur alari við iLaks.

 

In.fo kann leggja aftrat, at norska krónan í løtuni er á 75,98 krónur í okkara peningi. Tað merkir, at norska krónan er styrkt seinnu tíðina.

 

Soleiðis svarar væntaði prísvøksturin á laksi í okkara peningi til umleið 1,50 krónur fyri kilo.

 

Norski alarin vísir á, at fyritøkan hjá honum í næstu viku fær 43 krónur í okkara peningi fyri laks, sum vigar 3-4 kilo.

 

- Laksur á 4-5 kilo fer fyri góðar 44 krónur - og laksur 5-6 kilo fer fyri stívliga 45,50 krónur (alt í okkara peningi).

 

Keldur í laksavinnuni siga, at meðan prísurin á stórum laksi í stóran mun er støðugur, eru ábendingar um, at prísurin fyri smáa fiskin fer at veksa.