Bara smálutir eru eftir at avgreiða, áðrenn Atlantsflog er alment felag. Við eini mánaðarløn á stívliga 200.000 krónur er Jørgen Holme samstundis hægst lønti, almenni stjóri.
Nú klokkan 16 seinnapartin er síðsta freist hjá privatum partaeigarum í Atlantsflog at boða felagnum frá, at tey eru sinnað at selja síni partabrøv til fasta kursin 210.
Hóast einki verður fráboðað fyrr enn fríggjadagin, so tykist greitt, at talan er bara um formalitetir. Atlantsflog fær fatur á neyðugu partabrøvunum, soleiðis at tað almenna kemur at eiga í minsta lagi 90 prosent av felagnum. Við ognarluti á 90 prosentum kann felagið krevja av møguligum, privatum partaeigarum, at tey selja síni partabrøv aftur til felagið.
Í tilgongdini at gera Atlantsflog alment burturav, hevur nevndin verið í samband við stóru, privatu eigararnar. Á henda hátt varð funnið fram til, at felagið sannlíkt kundi keypa aftur partabrøvini, um tilboðið varð til kurs 210.
Løgtingið hevur longu givið landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at tjóðartaka Atlantsflog og taka felagið av keypsskálunum.
Tá avgerðin verður framd í verki er samstundis greitt, at Jørgen Holme verður hægst lønti, almenni stjóri.
Sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fekk Jørgen Holme 262.000 krónur í løn í fjør, umframt 35.000 krónur í eftirløn. Lønin er tó einans fyri tíðarskeiðið frá 16. november, tá Holme tók við starvinum.
Sambært Niels Mortensen, nevndarformanni í Atlantsflog, er talan um vanliga løn, ið stjórin hevur fingið fyri tíðarskeiðið frá 16. november og restina av árinum. Tað vil siga 46 dagar. Talan er einans um vanliga løn, ikki bonus.
Umroknað til ársløn verður lønin hjá Jørgen Holme 2.356.630 krónur í ár, íroknað smáar 278.000 krónur í eftirløn. Tað gevur eina mánaðarløn á stívliga 200.000 krónur.
Hóast Vinnumálaráðið hevur tikið avgerðina um at ognartaka Atlantsflog, so er ætlanin at felagið framhaldandi verður eitt alment partafelag.
Lønarlagið í almennu partafeløgunum er væl hægri enn lønirnar hjá almennu stjórunum. Eitt nú fær stjórin í almenna Føroya Tele umleið 1,5 millión í ársløn, meðan stjórin í almenna Posta fær góðar 1,3 millión krónur í løn um árið.